Um VMF

Felagið

Partafelagið Virðisbrævamarknaður Føroya (VMF) varð stovnað 7. november 2000. Útgevarar, íleggjarar, meklarar og myndugleikar stovnaðu felagið. Partapeningurin við stovnan var 3 mió. kr. ella 750.000 kr. fyri hvønn bólkin. Síðan er partapeningurin hækkaður við 6 mió. kr. upp í 9 mió. kr. Av teimum átti Føroya Landsstýri 4 mió. kr. og Landsbanki Føroya 2 mió. kr. Verandi eigarar eru:

  • Útgevarar (Framtaksgrunnur Føroya, Føroya Reiðarafelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Fíggingargrunnurin frá 1992), 750.000 kr.
  • Íleggjarar (Tryggingarfelagið Føroyar og Føroya Lívstrygging), 750.000 kr.
  • Meklarar (Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Kaupthing Føroyar Virðisbrævameklarafelag, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi ), 750.000 kr.
  • Myndugleikar (Føroya Landsstýri og Landsbanki Føroya), 6,75 mió. kr.

Í nevndini í VMF eru fimm fólk. Hon verður vald soleiðis, at teir fýra áhugabólkarnir, sum nevndir eru omanfyri, velja hvør sítt umboð. Hesi umboðini velja tann fimta limin. Nevndarlimirnir eru:

  • Stefán Halldórsson, formaður, stjóri í Lífeyrissjóður verkfræðinga og fyrrverandi stjóri í ICEX.
  • Marner Jacobsen, næstformaður, stjóri í Føroya Sparikassa.
  • Tummas Eliasen, nevndarlimur, stjóri í Føroya Lívstrygging.
  • Ólavur Gregersen, nevndarlimur, vinnuráðgevi hjá ENI, fyrr AGIP.
  • Sigurd Poulsen, nevndarlimur, stjóri í Landsbanka Føroya.

Sigurd Poulsen er samstundis stjóri í felagnum, og Landsbanki Føroya stendur fyri fyrisiting felagsins.

Bakgrund

Kjakið um at skipa føroyskan virðisbrævamarknað byrjaði í 1997, tá álitið „Partabrævamarknaður og eginpeningsviðurskifti“ varð lagt fram. Í álitinum varð gjørt greitt, at tørvur var á einum virðisbrævamarknaði á føroyska fíggjarmarknaðinum.

Hóast føroyskar vinnufyritøkur høvdu havt høvi at skráseta seg á Fondsbørsinum í Keypmannahavn, var hetta ikki hent. Orsøkirnar vóru ivaleyst fleiri. Danski fondsbørsurin var ov stórur til føroysku fyritøkurnar, ongin roynd var gjørd at eggja fyritøkunum til at skráseta seg, og rentuskattaskipanin gjørdi tað sera áhugavert hjá føroyingum at seta pening í innlán í Føroyum.

Royndir hava verið gjørdar at geva út lánsbrøv. Flestu royndirnar á hesum øki hevur Føroya Landsstýri, sum hevur givið út landskassalánsbrøv síðan 1994 á danska fondsbørsinum. Men hesi lánsbrøv hava ikki verið nógv handlað.

Mett varð í 1997, at bæði fyri partabrøv og lánsbrøv var rættast at seta á stovn ein føroyskan virðisbrævamarknað. (sí endamál)

Endamál

Endamálið við partafelagnum er at reka ella fara í samstarv um at reka ein virðisbrævamarknað fyri føroysk virðisbrøv. Málið við at skipa marknaðin er at skapa meirvirði fyri allar áhugabólkarnar í felagnum og føroyska samfelagið sum heild.

Útgevarar fáa við marknaðinum lættari hendur á kapitali til verandi og komandi vinnur og betri møguleikar fyri at sleppa inn í fyritøkur ella úr teimum, um áhugi er fyri tí. Hetta hevur stóran týdning, tá føroyskar fyritøkur skulu mennast bæði heima og uttanlands. Vinnur, sum hava tørv á nógvum kapitali, eitt nú alivinnan, og fyritøkur, sum ætla at fremja ættarliðsskifti, hava eisini fyrimun av einum marknaði.

Íleggjarar fáa við marknaðinum høvi til at gera íløgur í føroyskt vinnulív á ein tryggan hátt. Eftirlønaruppsparingin fer at økjast munandi komandi árini, og uttan ein virðisbrævamarknað verður als ikki møguligt, at hesin peningur kemur føroyska vinnulívinum til góðar.

Meklarar og peningastovnar fáa ein nýggjan vinnuveg burtur úr keypi og sølu av virðisbrøvum fyri viðskiftafólk. Haraftrat er tað ein fyrimunur fyri teir, at vinnulívið verður sterkari, tí tað fær lættari atgongd til kapital. Á henda hátt fáa peningastovnarnir betri trygd aftan fyri lánini, sum teir veita.

Fyri samfelagið sum heild verður mett, at virðisbrævamarknaðurin kann skapa størri vøkstur, tí vinnulívið verður betur kappingarført. Virðisbrævamarknaðurin er eisini eitt amboð hjá tí almenna at einskilja almennar fyritøkur og kann geva fólki betri fatan av, hvussu vinnulívið virkar, og hvørjar íløgur loysa seg og ikki.

Ein avgerandi fortreyt fyri at skapa størri vøkstur í samfelagnum er, at eftirlønargrunnar fáa møguleika at gera íløgur í Føroyum. Tað kunnu teir ikki eftir verandi skipan. Í løtuni vantar kapitalur í Føroyum, tí hann skal allur av landinum, og ongin kapitalur kemur inn í landið, tí onki er at seta pening í.

Samanumtikið kann væntast, at virðisbrævamarknaðurin fer at skapa vøkstur hjá øllum áhugabólkum samanborið við, at ongin marknaður var.

Samstarvið

Frá tí, at partafelagið Virðisbrævamarknaður Føroya varð stovnað í 2000, varð umhugsað gjølla, hvør loysn var tann rætta fyri ein føroyskan virðisbrævamarknað. Fyrst var ætlanin at skipa marknaðin sum ein sjálvstøðugan løggildan marknað í Føroyum. Men seinni varð avrátt, at tað var betri at skipa marknaðin í samstarvi við ein annan marknað, sum longu var virkin. Felagið sleppur á hendan hátt undan at gera ein heilt nýggjan marknað, og viðlíkahaldið verður lættari. Henda loysnin er eisini bíligari.

Aðrar orsøkir til hesa loysn vóru, at tað gjørdist eisini møguligt hjá fyritøkum at skráseta seg á einum fondsbørsi. Hetta er neyðugt, skal fáast fatur á øllum íleggjarum, ikki minst eftirlønaruppsparingum, sum í løtuni fara á marknaðir uttanlands.

Virðisbrævamarknaður Føroya hevur undir fyrireikingunum havt samráðingar við fleiri møguligar samstarvsfelagar. Avgjørt varð at taka upp samstarv við íslendska virðisbrævamarknaðin, ICEX, tí hetta vísti seg at vera bíligasta loysnin.

Virðisbrævamarknaðirnir í Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi og Letlandi samstarva allir í samtakinum NOREX. Samstarvið ber millum annað í sær, at felags reglur galda í øllum londunum, og at marknaðirnir nýta somu tøkniligu skipan, SAXESS. Við at samstarva við íslendska marknaðin verður føroyski marknaðurin partur av hesum samstarvi.

Tøkniliga verða føroysku virðisbrøvini skrásett í donskum krónum á íslendska marknaðinum og útgivin á danska virðisbrævasentralinum.

Tveir partabrævamarknaðir

Við samstarvinum við íslendska virðisbrævamarknaðin er møguligt hjá føroyskum fyritøkum at skráseta seg bæði á einum fondsbørsi, sum setir fyritøkunum strong krøv, og einum løggildum marknaði, sum setir fyritøkunum linari krøv. (sí útgevarar/hvør)

Summar fyritøkur eru sinnaðar at ganga undir strong krøv á einum fondsbørsi, tí summir íleggjarar, eitt nú eftirlønargrunnar, seta sum krav fyri at keypa partabrøv, at fyritøkan er skrásett á fondsbørsi.

Smærri fyritøkur vilja ikki uppfylla so strong krøv, sum settar verða á fondsbørsi, og skráseta seg tí á løggildum marknaði. Men á hendan hátt frásiga tær sær ein part av íleggjarunum.

Umframt hesar marknaðirnar verður ein marknaður fyri føroysk lánsbrøv og ein marknaður fyri føroysk íløguprógv.
VMF, c/o Landsbanki Føroya, Gongin, Postboks 229, FO 110 Tórshavn, Tel +298 31 83 05, Fax +298 31 85 37