Fyri íleggjarar

Hvør?

Vanliga verða íleggjararnir býttir upp í tveir bólkar. Annaðhvørt eru teir smáir ella stórir.

Smáir íleggjarar eru vanlig fólk ella smærri fyritøkur, sum seta teirra sparipening í virðisbrøv. Hesir íleggjararnir eiga vanliga ikki so nógvan pening sum teir stóru og hava ofta ikki møguleika til dagliga at fylgja við í, hvussu gongst við íløguni. Tað besta hjá íleggjarunum er tí at gera langtíðar íløgur, sum ikki broytast frá degi til dags.

Stóru íleggjararnir eru fyritøkur og stovnar, sum umsita stórar upphæddir. Talan kann til dømis vera um peningastovnar, tryggingarfeløg, pensiónsgrunnar ella landsbanka. Hesir íleggjararnir hava vanliga fólk til at ansa eftir íløguni og skulu mangan brúka uppsparingina til dagligt. Teir skulu tí bæði hugsa stutt og langt fram í tíðina.

Millum hesar báðar bólkarnar eru tó íleggjarar, sum hvørki kunnu sigast at vera lítlir ella stórir. Hetta kunnu vera persónar, feløg ella stovnar við meðalstórum upphæddum.

Hví?

Vanlig fólk gera fyrst og fremst íløgur í virðisbrøv, tí tey vilja hava størri avkast, enn tey fáa við innlánum í peningastovnunum. Íløgur í lánsbrøv kunnu geva størri avkast enn innlán. Fastrentað lánsbrøv hava rentuváða, men annars er váðin við lánsbrøvum og innlánum nøkulunda tann sami. Íløgur í partabrøv hava váða, men kunnu geva størri avkast í longdini.

Ein marknaður fyri virðisbrøv gevur fólki, sum hava til dømis eitt partabræv, høvi til at sleppa av við tað aftur og á tann hátt fáa pengarnar útaftur. Er ongin marknaður, og td. ein almenn fyritøka verður seld vanligum fólkum, ber ikki so væl til hjá teimum at sleppa av við partabrøvini aftur, og tá hevur íløgan minni virði.

Teir stóru íleggjararnir mugu gera íløgur í virðisbrøv fyri at fáa størst møguligt avkast. Fyri summar stórar íleggjarar, eitt nú eftirlønargrunnar, er tað krav, at peningurin er í skrásettum virðisbrøvum.

Hvussu?

Bara góðkendir meklarar kunnu handla beinleiðis á marknaðinum. Góðkendir meklarar í Føroyum eru peningastovnar og virðisbrævameklarafeløg. So ætlar tú sum íleggjari at gera íløgur, skalt tú seta teg í samband við tín peningastovn ella virðisbrævameklara. Hann tekur sær síðan av at keypa og selja tíni partabrøv.

Meklarar kunnu eisini vegleiða tær í at gera røttu íløguna, sum hóskar til tín tørv sum íleggjari. Meklarar ráðgeva tær alt eftir, hvussu leingi tú vilt binda pengarnar, hvussu stóran váða tú vilt taka á teg, og hvussu nógvan pening talan er um.

Góðkendir meklarar í Føroyum eru: Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Norðoya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi og Kaupthing Føroyar.

Virðisbrøv

Virðisbrøv virka sum ein avtala millum tveir partar. Annar parturin er íleggjari (kreditorur) og hin útgevari (debitorur). Íleggjarin keypir virðisbrævið, og útgevarin fær pengarnar. Útgevarin kann, um illa vil til, fara á húsagang. Tá er sama avtala ikki longur galdandi millum partarnar.

Trý sløg av virðisbrøvum verða viðgjørd her, lánsbrøv, partabrøv og íløguprógv. Øll fara væntandi at verða seld á føroyska virðisbrævamarknaðinum:

Lánsbrøv

Føroya Landsstýri og kommunurnar hava seinnu árini givið út lánsbrøv í Føroyum. Hugsast kann, at fyritøkur í framtíðini fara at geva út lánsbrøv í staðin fyri at taka beinleiðis lán frá lánveitara. Ella at peningastovnar fara at fíggja útlán við at geva út lánsbrøv.

Eitt lánsbræv er tað, sum ein íleggjari fær fyri at læna pengar til ein útgevara. Lánsbrævið gevur tær rætt til rentuinntøkur eitt ávíst tíðarskeið og allar pengarnar aftur fyri kurs 100, tá tíðarskeiðið er runnið. Sostatt kann sigast, at tú veitst við vissu, hvat tú fært fyri eitt lánsbræv, um tú hevur tol, og sjálvandi um útgevarin ikki fer á húsagang.

Sleppast kann altíð av við lánsbrøv á marknaðinum, um keypari finst. Prísurin á lánsbrøvum er treytaður av, hvussu góð evnini hjá útgevara eru at gjalda aftur, og hvussu altjóða rentustøðið er.

Tvey viðurskifti treyta vinningin, kursurin og rentan. Størsti parturin av vinninginum stendst vanliga av rentuni, sum oftast er føst. Hetta merkir, at vinningurin av lánsbrøvum verður hildin at vera støðugur.

Partabrøv

Vanliga geva almenn ella privat partafeløg út partabrøv. Tá tú sum íleggjari keypir eitt partabræv, keypir tú ein ognarpart í eini fyritøku. Vinningurin fyri eitt partabræv er samansettur av kursvinningi og vinningsbýti. Váðin er, at peningurin kann verða mistur.

Prísin á skrásettum partabrøvum ásetir marknaðurin. Hann verður oftast mettur eftir framtíðarvánunum hjá fyritøkuni. Um hildið verður, at útlit eru fyri stórum avlopum komandi tíðina, hækkar prísurin. Eru útlitini vánalig, lækkar hann.

Íløguprógv

Vanliga geva íløgufeløg út íløguprógv, sum fíggjarfyritøkur umsita. Við einum íløguprógvi keypir tú sum íleggjari ein ognarpart í einum íløgufelag. Eitt íløgufelag ger íløgur í fleiri partabrøv ella lánsbrøv. Við einum íløgufelag ber til hjá vanligum íleggjarum at gera íløgur í fleiri partabrøv og lánsbrøv og soleiðis spjaða váðan á ein bíligari hátt enn við at keypa fleiri einstøk virðisbrøv.

Upplýsingar

Ætlanin er, at henda heimasíðan skal bera tíðindi um føroysk virðisbrøv. Útgevarar skulu lata virðisbrævamarknaðinum allar týðandi upplýsingar, ið hava ávirkan á prísin, áðrenn tær verða kunngjørdar aðrastaðni. Allar hesar upplýsingarnar um føroysk virðisbrøv verða so hvørt kunngjørdar á heimasíðuni, so øll kunnu fáa tíðindini samstundis. Eisini fer heimasíðan loypandi at kunna um, hvørjir handlar eru gjørdir, hvussu mong virðisbrøv eru handlað og fyri hvussu nógv.

Prospektið, sum er ein lýsing av fyritøkuni, verður eisini til taks á heimasíðuni. Allir teir nýggjastu roknskapirnir hjá fyritøkunum verða eisini kunngjørdir her. Upplýsingarnar á heimasíðuni verða á føroyskum, donskum, íslendskum og enskum.