Endamál

Endamálið við VMF er at reka ella fara í samstarv um at reka ein virðisbrævamarknað fyri føroysk virðisbrøv.

Málið við at skipa marknaðin er at skapa meirvirði fyri allar áhugabólkarnar í felagnum og føroyska samfelagið sum heild.

  • Útgevarar fáa við VMF lættari hendur á kapitali til verandi og komandi vinnur og betri møguleikar fyri at sleppa inn í fyritøkur ella úr teimum, um áhugi er fyri tí.
  • Íleggjarar fáa við marknaðinum høvi til at gera íløgur í føroyskt vinnulív á ein tryggan hátt. Til dømis kunnu eftirlønargrunnar í høvuðsheitum bert gera íløgur í virðisbrøv, sum eru skrásett á einum virðisbrævamarknað. Tað verður møguligt við VMF. Eisini verður tað lættari hjá útlendskum kapitali at gera íløgur í Føroyum um virðisbrøvini eru skrásett á einum virðisbrævamarknað.
  • Vinnulívið fær lættari atgongdi til kapital, sum ger tað sterkari. Eitt sterkari vinnulív gevur peningastovnunum betri trygd fyri lánunum. Eisini fáa meklarar og peningastovnar ein nýggjan vinnuveg burtur úr keypi og sølu av virðisbrøvum fyri viðskiftafólk.
  • Fyri samfelagið sum heild verður mett, at virðisbrævamarknaðurin kann skapa størri vøkstur, tí vinnulívið verður betur kappingarført. Virðisbrævamarknaðurin er eisini eitt amboð hjá tí almenna at einskilja almennar fyritøkur og marknaðurin kann geva fólki betri fatan av, hvussu vinnulívið virkar, og hvørjar íløgur loysa seg og ikki.