Hví geva út virðisbrøv?

Fyrimunirnir hjá eini fyritøku at lata seg lista og/ella geva út virðisbrøv eru millum annað:
- at fáa atgongd til kapital, sum annars ikki slepst framat
- vaksa um eginognina og solvensin
- so fyritøkan verður sterkari
- so menningarmøguleikarnir gerast betri
- lættari verður at fremja ættarliðsskifti í fyritøkuni
- fyritøkan verður sjónligari fyri vanliga brúkaran

Fyrimunirnir eru teir somu, um talan er um almennar ella privatar fyritøkur.

Landsstýrið hevur listað lánsbrøv hjá landskassanum á marknaðinum. Hetta er ein háttur hjá landsstýrinum at lána pengar uppá. Kursgongdin kann so eisini geva landsstýrinum ábendingar um, álitið frá lánveitarunum til búskapargongdina. Jú lægri effektiv renta jú størri álit og umvent.

Virðisbrævameklarar seta á stovn íløgufeløg, sum lista íløguprógv. Við einum íløguprógvi keypir tú sum íleggjari ein ognarpart í einum íløgufelag. Eitt íløgufelag ger íløgur í fleiri partabrøv ella lánsbrøv. Við einum íløgufelag ber til hjá vanligum íleggjarum at gera íløgur í fleiri partabrøv og lánsbrøv og soleiðis spjaða váðan á ein bíligari og betri hátt enn við, at tú keypir fleiri einstøk virðisbrøv.

Sendistovan