Um VMF

VMF er føroyski virðisbrævamarknaðurin.

Frá tí, at VMF varð stovnað í 2000, varð umhugsað gjølla, hvør loysn var tann rætta fyri ein føroyskan virðisbrævamarknað. Fyrst var ætlanin at skipa marknaðin sum ein sjálvstøðugan løggildan marknað í Føroyum, men tað fór man frá og valdi ístaðin at samstarva við annan marknað.

VMF hevur undir fyrireikingunum havt samráðingar við fleiri møguligar samstarvsfelagar, serliga Københavns Fondsbørs og íslendska virðisbrævamarknaðin, ICEX. Valið fall á ICEX, av fleiri ymiskum orsøkum.
- ICEX hevur ætlanir um at gera ein fiskaríbørs, sum kann koma føroyingum til góða
- Á ICEX ber til at skráseta feløg við avmarkaðum ognarrættindum
- ICEX-loysnin er bíligari

Men talan er um ein og sama marknað, tí virðisbrævamarknaðurin í Svøríki, OMX, hevur keypt virðisbrævamarknaðin í Danmark, í Finlandi og í Íslandi. Harafturat hevur OMX eisini sett á stovn virðisbrævamarknað í Estlandi og Letlandi. Harafturat samstarvar OMX við Norra í samstarvinum NOREX. Í 2007/2008 keypti NASDAQ OMX.

Tað merkir at felags reglur galda í øllum norðurlondunum, og at marknaðirnir nýta somu tøkniligu skipan, SAXESS.

Við at samstarva við íslendska marknaðin verður føroyski marknaðurin partur av norðurlendska marknaðinum. Tøkniliga verða føroysku virðisbrøvini skrásett í donskum krónum á íslendska marknaðinm og útgivin á danska virðisbrævasentralinum, Værdipapircentralen, VP.

Samstarvið merkir, at føroyskar fyritøkur verða listaðar á íslendska virðisbrævamarknaðinum við einum serligum frámerki (FO verður sett frammanfyri navnið).

Við samstarvinum við íslendska virðisbrævamarknaðin er møguligt hjá føroyskum fyritøkum at:
- at skráseta seg á einum fondsbørsi, sum setir fyritøkunum strong krøv, og
- at skráseta seg á einum løggildum marknaði, sum setir fyritøkunum linari krøv

Summar fyritøkur eru sinnaðar at ganga undir strong krøv á einum fondsbørsi, tí summir íleggjarar, eitt nú eftirlønargrunnar, seta sum krav fyri at keypa partabrøv, at fyritøkan er skrásett á fondsbørsi.

Smærri fyritøkur vilja ikki uppfylla so strong krøv, sum settar verða á fondsbørsi, og skráseta seg tí á løggildum marknaði. Tær fáa á henda hátt lættari fætur á meira váðafúsum kapitali.

Umframt hesar marknaðirnar verður ein marknaður fyri føroysk lánsbrøv.