Uppgávur hjá einum meklara
Skal marknaðurin virka, er neyðugt, at meklarar skipa fyri handlinum. Meklarar virka sum millumlið millum keyparar og seljarar á marknaðinum.
Meklarar kunnu vera peningastovnar og virðisbrævameklarafeløg. Í Føroyum er talan um teir fýra peningastovnarnar.
Virksemið hjá meklarunum er skipað eftir lóg um virðisbrævahandil. Sambært hesi lóg hevur Fíggjareftirlitið eftirlit við meklarunum fyri at tryggja, at handilin fer rætt fram.
Meklarar skulu vera limir á marknaðinum fyri at kunna skipa fyri handli. Fólk, ið starvast sum meklarar, skulu standa ymisk skeið, sum marknaðurin skipar fyri.
Tað kostar hjá meklarum at gerast limir á marknaðinum. Teir gjalda bæði eitt fast gjald og gjøld fyri hvønn handil sær.
Meklarar handla virðisbrøv fyri onnur, og inntøkan hjá teimum frá hesum handli er sokallað kurtaga, sum er tann prísur, teir taka fyri handilin.
Hetta merkir, at inntøkan hjá meklarunum er treytað av, hvussu stóran umsetning teir klára at skapa. Fyri at skapa størst møguligan umsetning er ivaleyst best, at meklarar gera sokallaðar market making avtalur við fyritøkur, so tey altíð eru til reiðar at keypa og selja. Á henda hátt ber altíð til hjá íleggjarum at sleppa av við síni virðisbrøv.