Virðisbrøv

Virðisbrøv virka sum ein avtala millum tveir partar. Annar parturin er íleggjari (kreditorur) og hin útgevari (debitorur). Íleggjarin keypir virðisbrævið, og útgevarin fær pengarnar.

Trý sløg av virðisbrøvum verða viðgjørd her, lánsbrøv, partabrøv og íløguprógv. Øll fara væntandi at verða seld á føroyska virðisbrævamarknaðinum:

Partabrøv
Vanliga geva almenn ella privat partafeløg út partabrøv. Tá tú sum íleggjari keypir eitt partabræv, keypir tú ein ognarpart í eini fyritøku. Vinningurin/tapið fyri eitt partabræv er samansettur av kursvinningi/tapi og vinningsbýti. Kursvinningurin/tapið er tað, sum fyritøkan økist/minkar í virði og kann bert fáast út um tú selur partabrævið og vinningsbýtið er tað fyritøkan kann geva út til partaeigarnar á hvørjum ári í sambandi við aðalfundin.

Marknaðurin ásetir prísin á skrásettum partabrøvum. Prísurin verður oftast mettur eftir framtíðarvánunum hjá fyritøkuni. Um hildið verður, at útlit eru fyri stórum avlopum komandi tíðina, hækkar prísurin. Eru útlitini vánalig, lækkar hann.

Lánsbrøv
Føroya Landsstýri og kommunurnar hava seinnu árini givið út lánsbrøv í Føroyum. Lánsbrøvini hjá landsstýrinum eru skrásett á ICEX meðan tey hjá kommunum eru skrásett á keypsskálanum í Keypmannahavn. Hugsast kann, at eisini fyritøkur í framtíðini fara sum aðrastaðni at geva út lánsbrøv í staðin fyri at taka beinleiðis lán frá lánveitara. Ella at peningastovnar fara at fíggja útlán við at geva út lánsbrøv.

Eitt lánsbræv er tað, sum ein íleggjari fær fyri at læna pengar til ein útgevara. Lánsbrævið gevur tær rætt til rentuinntøkur eitt ávíst tíðarskeið og allar pengarnar aftur fyri kurs 100, tá tíðarskeiðið er runnið. Sostatt kann sigast, at tú veitst við vissu, hvat tú fært fyri eitt lánsbræv, um tú hevur tol.

Sleppast kann altíð av við lánsbrøv á marknaðinum, um keypari finst. Prísurin á lánsbrøvum er treytaður av, hvussu góð evnini hjá útgevara eru at gjalda aftur, og hvussu altjóða rentustøðið er.

Tvey viðurskifti treyta vinningin, kursurin og rentan. Størsti parturin av vinninginum stendst vanliga av rentuni, sum oftast er føst. Hetta merkir, at vinningurin av lánsbrøvum verður hildin at vera støðugur.  

Íløguprógv
Vanliga geva íløgufeløg út íløguprógv, sum fíggjarfyritøkur umsita. Við einum íløguprógvi keypir tú sum íleggjari ein ognarpart í einum íløgufelag. Eitt íløgufelag ger íløgur í fleiri partabrøv ella lánsbrøv. Við einum íløgufelag ber til hjá vanligum íleggjarum at gera íløgur í fleiri partabrøv og lánsbrøv og soleiðis spjaða váðan á ein bíligari og betri hátt enn við, at tú keypir fleiri einstøk virðisbrøv.

Sendistovan