Vælkomin

P/F Virðisbrævamarknaður Føroya (VMF) varð stovnað í 2000 við tí endamáli at reka ella samstarva um at reka ein marknað fyri føroysk virðisbrøv.

Tann besta og bíligasta loysnin fyri at røkka hesum, varð mett at vera, at føroysku virðisbrøvini vórðu skrásett á tí virkandi íslendska virðisbrævamarknaðinum ICEX.

Á hesum marknaðinum virka føroyskir útgevarar, íleggjarar og meklarar. Málið hjá felagnum er at skapa vøkstur fyri hesar áhugabólkar og føroyska samfelagið sum heild.

Við at trýsta á yvirskriftirnar omanfyri kanst tú lesa um partafelagið, ið stovnaði virðisbrævamarknaðin, marknaðin sjálvan og treytir og møguleikar hjá útgevarum, íleggjarum og meklarum.

Á høgru síðu síggjast tøl fyri boð og umsetning á skrásettum virðisbrøvum. Har ber eisini til at lesa tíðindi viðvíkjandi skrásettu virðisbrøvunum og søgulig tøl.

ws for these securities.

 


 

isec

Nýtt tíðindabræv

Sí tíðindabræv

Nýggjur marknaður

Føroyingar fáa í næstum enn ein møguleika á lista fyritøkur gjøgnum VMF. Í desember opnar ein nýggjur marknaði fyri smáar og miðalstórar vakstrar fyritøkur, kallaður iSEC.

Sparikassin listast

Sambært heimasíðuni hjá sparikassanum fyrireikar Føroya Sparikassi seg at lata seg lista á VMF á ICEX.

Nýggj lánsbrøv

Føroya landsstýrið gevur 24. november út nýggj lánsbrøv til umfígging av allari skuldini til danska statin. Hesi verða eins og tey undanfarnu listaði á VMF á ICEX.

Tveir limir

Nú eru tveir føroyskir limir á VMF á ICEX: Kaupthing Virðis­bræva­meklara­felag og Føroya Sparikassi. Hetta merkir, at hesir báðir kunnu handla beinleiðis á marknaðinum, og kunnu fáa fyritøkur til marknaðin.

Nýtt á síðuni

Kostnaðir

Fyri at lista eina fyritøku eru tað knýttir ávísir kostnaðir frá marknaðinum. Fyri at lista ein fyritøku verður kravt eitt sokallað ‘entry fee’ uppá uml. 75 tkr. og hvørt ár verður eisini kravt eitt ‘annual fee’ uppá 75 tkr. plus 0,002 % av marknaðarvirðinum av fyritøkuni. Um vit taka sum dømi eina fyritøku, sum er verd 200 mió kr. so er kostnaðurin fyrsta árið 75 tkr + 75 tkr + 4 tkr altso 154 tkr og fylgjandi ár 79 tkr. Sí ICEX.

Umframt hesar kostnaðir skal eisini gjaldast til meklaran fyri at gerð av prospekt og fyri ráðgeving